28 Jun
Tórshavn (capital)
495 DKK
Festivalar
Søga & arvur
Verkstovur

Skeið í at virka søgulig bond

x
Book now

Vit hyggja at bondum frá Hedeby, Birka, Skjoldehamn, Whitehorse og Mammen. Tú lærir, hvar ymsu bondini eru funnin, og hvat tey møguliga vóru nýtt til. Um tíð, hugur og yvirskot er til tess, fara vit at spæla okkum við arbeiðsháttunum, sameina teir, og broyta uppá mynstrið so hvørt.

Undirvísari er Navarana Hertzum-Hendriksen. Hennara áhugi fyri bondunum varð fyrst vaktur fyri 5-6 árum síðan, tá ið hon kom fram á tey á einum víkingafestivali. Síðan gekk tað skjótt. Hon kastaði seg út í at finna skjalfestar forngripir og keldur uppá søguliga flætting, og í at royna seg sjálva í at endurskapa tey út frá myndatilfari.

Skeiðið verður á donskum (enskt eftir tørvi) og varar í tríggjar tímar. Avmarkað pláss!

Skeiðið er í Havn. Tilfar er við í prísinum. Vit bjóða drekkamunn og víkingasmákøkur aftur við. Har umframt fært tú eina dagsbillett til víkingatorgið, sum verður í Viðarlundini dagarnar 1.-3. juli 2022.

Address


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

28 Jun

Price

Book now

495 DKK