28 May
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

Guðrið útgávukonsert Gult Myrkur

x

*Dyrnar lata upp kl. 19.30.
* Kl. 20. Champions Leauge í fótbólti á stórskíggja,
* Uml. kl. 22. Guðrið útgávukonsert.
* Kl. 00 – 02 Diskospinning.
Guðrið Hansdóttir hevur just útgivið sína 6. soloútgávu, við heitinum “Gult myrkur”.
Hon hevði eina stórfingna útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í apríl og nú kemur hon í Tøting, har hon við bólki, fer at framføra nýggju útgávuna, umframt at hon spælur okkurt eldri tilfar.
Útgávan “Gult myrkur”, sum øll er á føroyskum, er eitt samstarv við føroyska yrkjaran Lív Mariu Róadóttir Jæger. Løgini eru erlig, persónlig og nærløgd og tónleikurin er akustiskur, blandaður saman við elektroniksum rútmum og ljóði.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót, fáast við dyrnar frá kl. 19.30.
Tey ið eru 18 ár og yngri, hava ókeypis atgongd.
Summartónar:

Home

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

28 May 19:30

Price

Members 100 DKK 150 DKK