Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Bindifestivalurin í Fuglafirði

Keyp

Bindifestivalurin verður aftur í 2019, og eins og undanfarnu ár vera hópin av fjølbroyttum verkstovum og fyrilestrum, umframt framsýningar, DinnerTeatur, binditúrar, bindi-kaféir, og mangt annað.

Á Bindifestivalinum í Fuglafirði, hittast kvinnur úr øllum landinum, umframt at fleiri útlendskar kvinnur ynskja at binda, hekkla og at virka ullina líka frá karðing til liting saman við okkum.

Her verður sjóneykan bæði sett á okkara siðbundnu bindimentan og á nýggjar og slóbrótandi háttir at virka ull. Hesar dagarnar vera dyrnar latnar upp í vanligum føroyskum heimum fyri øllum sum hava áhuga í at luttaka í verkstovum og í hesum handverki. Eisini eru fleiri fyrilestrar og bindikafeir at fara til á ymiskum forvitnisligum støðum í býnum.

Kundi tú hugsa tær at fordjúpa teg í bindingini, at lært okkurt nýtt ella bert sitið við stokkunum og lurta eftir fyrilestrum saman við øðrum, ið hava sama áhuga sum tú, so burdi tú komi á Bindifestival 2019!