Hvar
Økir
Hvat
Slag
Thank you! Your submission has been received!
Oops! Something went wrong while submitting the form.
All day
21:00
-
23:00
OY, Tórshavn
Pop-up tango í OY
Pop-up tango í OY
Finn teir fínu skógvarnar fram og tak makan við tær niðan í OY, til eitt skemtiligt kvøld saman við Hans Henrik og Malan. Mikukvøldið kl 21:00 letur OY upp við sveimandi tónum og ókeypis Tango undirvísing. Øll eru vælkomin, bæði roynd og óroynd.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
21:00
Ovarivøllur, Gundadalur.
UEFA Conference League. B36 - Haverfordwest County
UEFA Conference League. B36 - Haverfordwest County
Hóskvøldið er aftur UEFA Conference League dystur. Hesaferð tekur B36 í móti Haverfordwest County úr Wales, og tað ber til longu nú at tryggja sær pláss til dystin á Ovara Vølli í Gundadali.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
16:45
Klingran, Norðurlandahúsið, Tórshavn.
SUMMARTÓNAR 2023: Groyti konsert í Norðurlandahúsinum
SUMMARTÓNAR 2023: Groyti konsert
Andras Atlason er brasilskur-føroyskur tónasmiður og klaverleikari. Við klaverið hugleiddi hann um hvat hendir millum ta groytisgoysandi løtuna av skapleysum hugskotum og tað endaliga storknaða avpussaða tónaverkið. Í verkinum Groyti roynir Andras at vísa áhoyrarunum ein glotta av tónleiki sínum í groytisskapi: flótandi, hálv-improviseraðar setur, sum avdúka skapanarløtuna tá hon enn er heit og livandi.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
Reinsaríið, Tórshavn.
Opin pallur
Opin pallur: & Bartal + Rútmubeiggjar
Opin pallur er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fara & Bartal + Rútmubeiggjar á pall.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
18:00
Smiðjan í Lítluvík, Tórshavn.
HÁTRÝST í Smiðjuni í Lítluvík
Hátrýst - Listaframsýning
Listabólkurin HáTrýsT sýnir fram grafisk listaprent í sera fjølbroyttari tøkni: Linoleumprent av øllum handa slag, redaringar, cyanotypiprent, steinprent og træskurða, prent í støddum frá frímerkjastødd upp til “sofastykkir”. Hetta við fjølbroyttum myndevnum frá abstraktum úttrykkum til figurativ myndevni, har áskoðarin kennur seg aftur á útvaldum støðum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
18:00
-
Yviri við Strond 2 , Tórshavn
Pisudagur 2023
Pisudagur 2023
Av landinum at lesa? Minst til Pisudagin 4. august, har tú fært kunning um fíggjarviðurskifti, bústað, stuðulsmøguleikar og lestrarlívið, og góð ráð um at flyta og vera lesandi.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
14:00
-
Tutl, Tórshavn.
Útgávukonsert í Tutl
Útgávukonsert í Tutl
Jógvan kemur út við sínari nýggjastu LP-plátu; Tøgn. Tað verður hátíðarhildi leygardagin 5. august. á Káta horninum við sangi og prát við tónlistamannin. Sambært Jógvan, leitar tónleikurin sær íblastur úr føroyskari mentan og leggur serligan dent á eyðkendu rútmurnar úr føroyska dansinum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
12:30
-
Bøgøta 14, Tórshavn
Gongutúrur og vitjan í vakstrarhúsi
Gongutúrur og vitjan í vakstrarhúsi
Tað verður skipað fyri einum gongutúri í haganum, har dentur verður lagdur á blómu- og plantulívið. Á sama hátt, verður tað steðga á og fegnast um náttúruna í eitt lítið bil. Síðani gongur leiðin til vakstrarhúsið í Tórsbyrgi, har Jón Kragesteen kemur at greiða frá um vakstrarhúsið, meðan FNU bjóðar okkurt lætt at eta og drekka.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
Listasavn Føroya, Tórshavn.
Konsert á Listasavninum
Konsert á Listasavninum.
Sunnudagin verður konsert við violinistinum Jón Festirstein, ið er millum annað fastur limur í Føroya Symfoniorkestri og við í bólkinum Aldubáran. Konsertin er ókeypis og kann njótast við onkrum leskiligum frá Kafe List.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
Norðurlandahúsið, Tórshavn.
Anders Hjuler & EagleCentric
Anders Hjuler & EagleCentric
Listamaðurin Anders Hjuler hevur síðan 2004 luttikið á konsertum og tiltøkum á Summartónum – serliga við málningalist samstundis sum tónleikur verður spældur. EagleCentric er elektroniskt soloprojekt hjá Arnoldi Ludvig. Arnold framførur fyri tað mesta við at brúka Ableton Live við ymiskum midi kontrollarum. Sjangran er ein eksperimentel palett av Electronica, Jazztronica, Dubstep, Ambient og øðrum undirsjangrum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:00
-
18:30
Høllin, Norðurlandahúsið, Tórshavn.
Lurting: Faroe Islands Songwriting Camp
Lurting: Faroe Islands Songwriting Camp
Lurta eftir nýskrivaðu sangunum frá FISC Munnu vit fara at hoyra næsta stóra útvarpshittið, ella kanska ein finalusang til Eurovision? Kanska eisini ein ella tveir sangir, sum verða við á næstu útgávuni hjá einum altjóða sangara sum t.d. Justin Bieber ella Dua Lipa? Hendan seinnapartin fara vit at lurta eftir nýskrivaðum sangum, sum eru sprotnir úr Faroe Islands Songwriting Camp (FISC) - ein professionel sangskrivaraverkstova, 2.-9. august, tá listafólk úr Norðurlondum hittast fyri saman at skriva sangir. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík verkstova verður hildin í Føroyum, og vit gleða okkum at hoyra, hvat kemur burturúr. Listafólkini fara at hittast her í Norðurlandahúsinum at lurta eftir sangunum - teimum allarfyrstu ráu innspælingunum. Tú ert hjartaliga vælkomin við at lurta.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
Aulan í Finsen, Tórshavn.
Óró konsert
Óró konsert
Óró er ein duo mannað við keyboardsnillinginum Rasmus Vigant Samuelsen og guitarvillinginum Ólavur Eyðunsson Gaard. Saman spæla teir ambientan tónleik við einum hinti av jazzi, improvisatión og elektroniskum elementum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
16:45
Klingran, Norðurlandahúsið, Tórshavn.
SUMMARTÓNAR 2023: Salong Trio konsert
SUMMARTÓNAR 2023: Salong Trio konsert
SUMMARTÓNAR 2023: Klassiskt - Solveig, Ragnar og Dávur manna Salong Trio. Tey hava lisið saman á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, og við einum varandi vinarlagi og samarbeiði, kenna tey tónleikaligu leiklutirnar hjá hvørjum øðrum til fulnar. Á Summartónum 2023 hoyra vit tey spæla verk eftir A. Piazzolla, A. K. Petersen, K. Blak, J. Veyhe og onnur. Salong Trio: Solveig Kaae Festirstein (floyta), Ragnar Festirstein Andreasen (violin), Dávur Birgisson (gittari).
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
Tórsvøllur, Tórshavn.
B36 - HNK Rijeka dystur
B36 - HNK Rijeka dystur
Hóskvøldið 10. august skal B36 spæla heimadyst í 3. umfarinum av UEFA Europa Conference League ímóti HNK Rijkea úr Kroatia.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
23:55
Reinsaríið, Tórshavn
Open Mic / Open Stage: Volapück
Open Mic / Open Stage: Volapück
Open Mic / Open Stage verður í Reinsarínum, og hesaferð er serligi gesturin Volapück — ein nýggjur, alternativur rokkbólkur úr Føroyum. Umframt Volapück fara vertirnir, Anna Iachino og Arnold Ludvig, eisini at framføra.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
10:00
-
4:00
Nólsoy
Ovastevnan 2023
Ovastevnan 2023
Ovastevna er stevnan í Nólsoy har bygdafólkið ger alt, tey eru ment at bjóða tær vælkomnum og vísa tær hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað er at vera í Nólsoy. Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna og hevur heilt víst okkurt til tín, líkamikið hvør tú ert. Skráin er løgd soleiðis, at tiltøkini, sum eru fjølbroytt, eru allan dagin og byrja longu leygarmorgunin. Hetta eru ikki bara typisk stevnutiltøk, men eisini tiltøk, sum geva ein brellbita av gerandisdegnum í Nólsoy.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:00
-
19:30
Norðurlandahúsið, Tórshavn
PanArticVision - Finalan
PanArticVision - Finalan
Stroymt verður beinleiðis frá PanArcticVision úr Varanger Festivalinum í Norðurnoregi, har 10 tónleikarar frá 10 ymiskum londum úr arktiska økinum kappast um at fáa flestar atkvøður og vinna kappingina.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
21:30
Høllin, Norðurlandahúsið, Tórshavn.
Frumframførsla: MINNISBROT
Frumframførsla: MINNISBROT
Føroyska dansivirkið RIVA skipar fyri einari tvørlistaligari tvísýning við heitinum MINNISBROT, ið samantvinnar dansi- og ritlist. Sýningin er samansett av tveimum duettum: ‘tveyeini’ eftir Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting og ‘Minni: neglir klóra rygg’ eftir Beinir Bergsson og Búa Rouch. Reyði tráðurin er sambandið millum tveir kroppar og kensluliga samanspælið teirra millum, og viðgerð evnini longsul, tráan og nærveru. Tvísýningin er ein ferð gjøgnum ymisk minnisbrot, bæði egin og fortald, í einari roynd at likamliggera og endurtulka tey ígjøgnum rørslur. Eftir sýningarnar bjóða vit eitt glas vín.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
9:00
-
12:00
Perlan, Tórshavn
NORDIC ISLANDS ADVENTURE RACE FAROE ISLANDS 2023
NORDIC ISLANDS ADVENTURE RACE FAROE ISLANDS 2023
Kappingin verður í Føroyum frá 13. til 19. august, har íðkararnir skulu kappast 250km á fjallasúkklu, 160 km til gongu og 80 km í báti. Talan verður um eina ógloymandi ferð fyri tey luttakandi, sum kappast í 27 liðum úr 12 ymiskum londum. Vinnaratíðin verður mett at verða um hálvtfjórða samdøgur, um veðrið er gott. Evstamark er, at komið skal verða á mál innan góð 6 samdøgur, í seinasta lagi leygardagin 19. august kl. 12:00. Meðan kappingin er í gongd, verður høvuðssætið í Perluni í Tórsgøtu, har øll hava møguleika at støkka inn á gólvið og forvitnast um kappingina og hvussu tað gongst teimum luttakandi. Kappingin verður skotin í gongd á Vaglinum í Havn sunnudagin 13. august kl. 9:00 og endar í seinasta lagið 19. august.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
16:45
Klingran, Norðurlandahúsið, Tórshavn.
SUMMARTÓNAR 2023: BRAMO konsert
SUMMARTÓNAR 2023: BRAMO konsert
SUMMARTÓNAR 2023: Jazz - BRAMO er ein nýstovnaður tónleikabólkur, ið er mannaður av fimm tónleikarum. Hvør í sínum lagi hava tey valt ein nýggjan lim til bólkin, uttan ávirkan, ella vitan um hvørji hini vóru, hvat ljóðføri tey spæla ella hvønn tónleikastíl tey hava. Talan er um eina verkætlan har nýskapandi skipanir og teknikkir verða nýtt til at seta saman ein bólk og til at skriva tónleikin, sum verður framførdur á festivalinum. Reikandi skýggj broytist til dropar, stillisliga fallandi niður brekku og líð, kínandi strýkur grasið, sum gerst til hyljar, løkir og áir, sum tutlandi snúa og snara seg eftir landslagnum, oman slættan har hann hvílir í vøtnunum, áðrenn hann heldur áfram, veksur seg til brúsandi fossar, berjir seg gjøgnum grótið í sandinum, dundrandi oman dalar og firðir, kavar niður í havið mikla at gerast eitt og alt. Olga Amelchenko, altosax (Rusland - býr í løtuni í París), Anna Gréta Sigurðardóttir, klaver (Ísland - býr í løtuni í Stokholm ), Mette Nadja Hansen, sang og ásláttur (Danmark, býr í løtuni í Berlin) Birgir Steinn Theodorsson (Ísland - Reykjavík) Rógvi á Rógvu, trummur (Føroyar - býr í løtuni í Reykjavík)
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
20:30
Tjóðpallur Føroya, Tórshavn
ONKI
ONKI
Ungdómsleikur bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna eftir Janne Teller, ið Pelle Koppel hevur gjørt til leik.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
Reinsaríið, Tórshavn
Disconnect
Disconnect
Tónleikarnir, ið her fara at framføra, spældu fyrstu ferð saman, tá Nordic Music Days varð hildið í Føroyum í 2021. Teirra leiklutur tá var at framføra tónleik hjá danska tónaskaldinum Rune Solvang. Hetta gekk so mikið væl, at avgjørt varð at halda fram, og nú hevur Rune Solvang skrivað meir tónleik til bólkin at framføra á Summartónum. Og fyri at taka átakið eitt stig longur, hava tónleikarnir eisini sjálvir skrivað nýggjan tónleik til høvið. Tónleikurin tekur allur støði í ymiskum stílum av djassi.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
20:30
Tjóðpallur Føroya, Tórshavn
ONKI
ONKI
Ungdómsleikur bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna eftir Janne Teller, ið Pelle Koppel hevur gjørt til leik.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:00
-
19:00
Mullers Pakkhús
Bókaframløga v/ John Goodlad "The salt roads"
Bókaframløga v/ John Goodlad "The salt roads"
Hósdagin 17. August kl. 17 verður forvitnislig bókaframløga á Mullers Pakkhús. Tá kemur John Goodlad at tosa um nýggju bók sína "The salt roads" ið er um hetlendska fiskvinnuisøgu, sum eisini nemur við Føroyar og søgulig føroysk viðurskifti. Joan Pauli Joensen kemur at hava samrøðu við rithøvundan. Samrøðan verður á enskum. Møguleiki verður eisini fyri at keypa sær eitt eintak av bókini.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
18:00
-
19:00
Mikkeller
Renn við Mikkeller Running Club
Renn við Mikkeller Running Club
Øll eru vælkomin at renna. Møtast við Mikkeller. Ikki neyðugt at melda seg til.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
20:30
Tjóðpallur Føroya, Tórshavn
ONKI
ONKI
Ungdómsleikur bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna eftir Janne Teller, ið Pelle Koppel hevur gjørt til leik.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
Reinsaríið, Tórshavn.
Opin pallur við Nimbus Tópus
Opin pallur við Nimbus Tópus
UM TILTAK Hósdagin 17. august verður opin pallur aftur, hesaferð við Nimbus Tópus sum forkunnugum gestum. Tað er sum vant tey bæði Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir. Tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at vísa hendan fram. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesuferð er tað Nimbus Tópus, eitt nýtt navn í Føroyum, ja so nýtt at fyrsta vit hoyrdu frá teimum var í marts 2023. “Tour de Faroe”, mini tour hjá Nimbus Tópus, var seks konsertir runt í Føroyum uppá bert fýra dagar. Konsertirnar góvu ábendingar um, at føroyingarnar vildu hava meira, so tey valdu at melda seg til Sement – har tey endaðu sum nummar tvey í harðari kapping við endaliga vinnaran Aggrasoppar. Tónleikurin hjá Nimbus Tópus er genrubendandi popput soul við einum dismi av jazz harmonium, lekkrum funk licks og rap. Man skal tí hava øgiliga smalan tónleikasmak fyri ikki at føla fyri okkurt av tí tey spýta út. Bólkurin ið troppar upp er: Anna Sofía Holm Skoradal – vokalir Jákup Tórgarð – keys Elin Maria Hansen – bass Henning Hjalt Nicodemussen – trummir Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Nimbus Tópus á pall. Stuðlað tiltakinum hevur Mentanargrunnur Landsins.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
22:00
Niðrið Undir
Pub Quiz in English at Niðrið Undir
Pub Quiz av Enskum Niðrið Undir
Pub quiz í Niðrið Undir kl 20, fyrigongur á enskum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
17:00
Tutl
Norðan - Útgávu konsert
Norðan - Útgávu konsert
Føroyski fiólleikarin Angelika Hansen og Thomas Loefke, sum er búsitandi í Berlin og spælir keltiska harpu umframt at vera myndamaður, hava eitt áhugavert samstarv. Tey sameina teirra egnu stykkir, ið byggja á keltiskan og norðurlendskan tónleik, við fólkatónleiki úr Føroyum og Írlandi. Rúnarbindandi tónleikur um Norðuratlantshav við fiól, keltiskari harpu og fotomynd
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
20:30
Klingran, Norðurlandahúsið, Tórshavn.
Bel Canto (FO/US) opera
Bel Canto (FO/US) opera
Brellbitar úr operaheiminum "Bel canto" verður nýtt um operasang og merkir á italskum “vakur sangur”, og tað er júst tað vit fara at hoyra, tá sangarar frá Opera.fo framføra ariur og duettir úr kendu italsku operunum La Traviata, Rigoletto og Don Pasquale. Sopranur er føroyska Birita Adela Davidsen, og afturat sær hevur hon amerikanska baritonin, Douglas Yates, sum vit m.a. kenna frá leiklutunum Don Giovanni í “Dagbókin hjá Leporello” frá 2018, og Sarastro í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum Opera.fo setti upp í 2022. Dugnaligi, ungi klaverleikarin Aksel Remmel hevur fylgispælið.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
22:00
-
0:00
Irish Pub
Pub Quiz í Irish Pub
Pub Quiz í Irish Pub
Pub Quiz í Irish Pub fríggjakvøldið kl 22
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
23:00
-
1:00
Essabarr
Live tónleikur við Ólavi Av Válið
Live tónleikur við Ólavi Av Válið
Live tónleikur við Ólavi Av Válið fríggjakvøldið kl 23 í Essabarr
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
18:30
Kringlan, Norðurlandahúsið
Fernisering: Fehn/8 (NO)
Fernisering: Fehn/8 (NO)
Vælkomin til fernisering til framsýningina Fehn/8 - ein ljóðinnseting, sum norski arkitekturin og ljóðlistamaðurin Gisle Nataas hevur gjørt. Til ferniseringina bjóða vit eitt glas og eina ljóðframførslu við Gisle Nataas og Jens L. Thomsen. Í framførslu teirra blandast ljóðupptøkur frá tveimum ymiskum arkitektverkætlanum - ljóð frá Storhamarlåven museum hjá arkitektinum Sverre Fehn frá 1974 og ljóð úr Norðurlandahúsinum, sum Ola Steen og Kollbrún Ragnarsdóttir teknaðu í 1983. Skrá Kl. 16.00: Ferniseringin letur upp og vit bjóða eitt glas til tey vitjandi Kl. 17.00: Fehn/8 - Ljóðframførsla við Gisle Nataas og Jens L. Thomsen Gisle Nataas Gisle Nataas er norskur arkitektur og ljóðlistamaður, føddur í Bergen, búsitandi í Oslo. Hann er í løtuni á ferð við DKS-verkinum "Arkitektur som instrument", á føroyskum "Arkitekturur sum ljóðføri". Gisle Nataas er útbúgvin arkitektur og skapar ljóðlist við upptøkum frá arkitekturi og býarrúmum. Hetta er fyrsta framsýning hansara í Føroyum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
18:00
-
19:30
Tjóðpallur Føroya, Tórshavn
ONKI
ONKI
Ungdómsleikur bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna eftir Janne Teller, ið Pelle Koppel hevur gjørt til leik.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
22:00
-
Blábar
Livandi tónleikur við Kim Hansen á Blábar
Livandi tónleikur við Kim Hansen á Blábar
Leygarkvøldið 19. August kemur Kim Hansen at spæla sín framúr góðan tónleik í Blábar
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
23:00
-
Essabarr
Live tónleikur við Kenneth & John í Essabarr
Live tónleikur við Kenneth & John í Essabarr
Leygarkvøldið kl 23 verður live tónleikur í Essabarr við Kenneth & John
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
0:00
-
Irish Pub
Live tónleikur við Nick Adams á Irish Pub
Live tónleikur við Nick Adams á Irish Pub
Leygarkvøldið kemur Nick Adams at spæla live tónleik í Irish Pub
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
13:00
-
14:00
Skansin, Tórshavn
Fight like a Viking
Kempa sum Víkingur
Finn tín innara Víking fram! Kom við og stimbra tínar krígsførleikar við svørið og og øksu, soleiðis at tú kann sigra á tínum fíggindum. Ger teg til reiðar at stuttleika tær óført sum ein rættir víkingur. Lat teg í eftir veðrinum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
18:00
-
19:30
Tjóðpallur Føroya, Tórshavn
ONKI
ONKI
Ungdómsleikur bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna eftir Janne Teller, ið Pelle Koppel hevur gjørt til leik.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
Aulan í Finsen, Tórshavn.
NORÐAN - NORTH ATLANTIC SOUNDSCAPES
NORÐAN - NORTH ATLANTIC SOUNDSCAPES
Føroyski fiólleikarin Angelika Hansen og Thomas Loefke, sum er búsitandi í Berlin og spælir keltiska harpu umframt at vera myndamaður, hava eitt áhugavert samstarv. Tey sameina teirra egnu stykkir, ið byggja á keltiskan og norðurlendskan tónleik, við fólkatónleiki úr Føroyum og Írlandi. Rúnarbindandi tónleikur um Norðuratlantshav við fiól, keltiskari harpu og fotomyndum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
22:00
Hotel Føroyar
Føroyakvøld
Føroyakvøld
Sjálvtøkuborð við føroyskum mati. Føroyskur tónleikur og dansur. Mál: enskt
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
21:00
-
0:00
Essabarr
Pub Quiz í Essabarr
Pub Quiz í Essabarr
Pub Quiz í Essabarr mikukvøldið kl 21
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
21:00
Norðulandahúsið
Alt er orka! - Pernille Aalund & Kim Boye (DK)
Alt er orka! - Pernille Aalund & Kim Boye (DK)
Ein beinrakin, bersøgin og kærleiksfullur fyrilestur um at gera stórar broytingar í sínum lívi. Tey møttu hvørjum øðrum seint í lívinum, og vóru sera ólík av lyndi, men longu 4 mánaðir eftir, at tey hittust fyrstu ferð, høvdu tey keypt hús, vóru trúlovaði og fyrireikaðu brúðleyp. Nú, 8 ár seinni, eru tey sum par sterkari enn nakrantið. Til fyrilesturin hittir tú Pernille Aalund og Kim Boye, sum erligt og kerligt hugleiða um at gera stórar broytingar í lívinum. Um kærleika og sambandið millum mann og kvinnu. Um ymiskleikar og týdningarmikil virðir. Um ongantíð at ganga uppá kompromis, men kortini geva hvørjum øðrum pláss. Um at mennast alt lívið. Fyriskiparar av fyrilestrinum eru: Rúni Nielsen og Unn Thomsen
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:00
-
18:00
Norðurlandahúsið
Look at the Music (IS)
Look at the Music (IS)
Konsert fyri bæði deyv og tey, sum hoyra Vit uppliva tónleik gjøgnum aðrar sansir enn hoyrisansin. Ein uppliving av tónleiki kann eisini vera gjøgnum titringar av einum djúpum bassi ella at síggja fólk dansa. Look at the Music er eina øðrvísi konsert, sum er ætlað øllum - bæði deyvum, hoyriveikum og fólki við vanligari hoyrn. Konsertin er gjørd soleiðis, at upplivingar eru bæði til kenslusans, sjón og hoyrn. Íslendski bólkurin Art Across Ensemble er hevur skipað og lagt til rættis konsertina úr frá samrøðum við deyv, hoyriveik og fólk við vanligari hoyrn. Bólkurin ferðast í Norðurlondum við konsertum og verkstovum, har fólk, ið duga væl teknmál og onnur áhugað á staðnum, kunnu luttaka og skapa list saman við listafólkunum. Endamálið er at kanna og seta spurnartekn við fordómar og við, hvat vit halda tónleik vera, og hvussu tónleikur skal upplivast, og - ikki at gloyma - eisini at seta teknmál á dagsskránna.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
23:55
Tórshavn
Tórhavn Fashion Week
Tórhavn Fashion Week
Tórshavn Fashion Week ynskir at virka undir positivu gongdini við føroyskari sniðgeving og móta bæði heima í Føroyum og ikki minst uttanlanda við nýggja átakinum Tórshavn Fashion Week.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
12:00
-
18:00
Sjóvinnuhúsið
16th Polar Law Symposium 2023
16th Polar Law Symposium 2023
The University of the Faroe Islands is hosting the Polar Law Symposium in Tórshavn. The symposium, organized by the Kári á Rógvi Institute for Law and Legal Research, welcomes proposals on "small-polity" issues. The University of the Arctic (UArctic) is a network that supports education and research in the North.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
Mariukirkjan
NORÐAN, North Atlantic Soundscapes
NORÐAN, North Atlantic Soundscapes
NORÐAN, North Atlantic Soundscapes Føroyski fiólleikarin Angelika Hansen og Thomas Loefke, sum er búsitandi í Berlin og spælir keltiska harpu umframt at vera myndamaður, hava áhugavert samstarv. Tey sameina teirra egnu tónlistaverk, ið byggja á keltiskan og norðurlendskan tónleik, við fólkatónleik úr Føroyum og Írlandi. Tónaskaldið og klaverleikarin Kristian Blak, er við í Norðan á teirra hugtakandi ferð til Norðuratlantshav við fiól, keltiskari harpu, klaveri og fotomyndum, ið rúnarbinda. Tutl hevur útgivið fløguna ”Norðan2”.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
21:00
-
Blábar
Hein Westgaard Trio (NO), Gø (FO)
Hein Westgaard Trio (NO), Gø (FO)
Við einum greiðum grundarlagi í jazzi, men eisini við íblástri úr country, rokk, fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, hava Norsku Hein Westgaard Trio tilevna eitt egið slag av eksperimentalum tónleiki. Trioðin megnar at gera hesar ymsu stílartinar til eitt serstakt skap, har munurin millum tað komponeraða og tað improviseraða gerst kámur. Hein Westgaard (gittar, kompositión) Simon Forchhammer (trummur) Petter Asbjørnsen (kontrabass) Gø Bólkurin GØ bleiv stovnaður av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag, 8 ár seinni, halda teir enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Tískil er torført at siga hvat slag av tónleiki GØ spælir. Er tað jazz? Er tað punk? Er tað rock ella funk? Eitt er í hvussu so er sikkurt, og tað er at GØ bjóðar lurtaranum við inn í teirra serstaka tónleikaheim við fangandi kompositiónum, stuttligum improvisatiónum og skeivum tónum. Kristian Pauli Ellefsen (keyboard) Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar) Árni Jóhannesson (bass) Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
8:45
-
15:30
Norðurlandahúsið
Miðlar og fólkaræði
Miðlar og fólkaræði
Miðlar og fólkaræði Ein ráðstevna um avbjóðingar og loysnir fyri ábyrgdarfullar miðlar í talgilda meldrinum Tað er eyðvitað, at ábyrgdarfullir tíðindamiðlar hava stóran týdning fyri fólkaræðið. Men miðlarnir eru undir vaksandi trýsti. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur skapa nýggjar avbjóðingar fyri miðlalandslagið, sum stríðist við at finna loysnir. Afturat hesum hevur nýggi alheimsgjørdi miðlaveruleikin aðrar avbjóðingar við sær, sum gera tað neyðugt at hava eftirlit við tøknirisunum. Tøknirisarnir hava broytt mátan, vit fáa atgongd til kunning, hvussu vit samskifta, og hvussu vit koma saman í felagsskapir. Hetta hevur havt við sær fullkomiliga broyttar miðlavanar og eitt miðlalandslag, sum verður alt meira sundurpettað. Ein avleiðing av hesum er, at eyðkendi føroyski miðlavangin, sum setur karmar fyri fólkaræðisligu samrøðuna, viknar. Ráðstevnan setur sjóneykuna á føroyska miðlalandslagið og týdning tess í einum samfelagi, har álítandi, kritiskir miðlar og eitt haldgott fólkaræði eru fyritreytir hvør hjá øðrum. Vit spyrja, hvussu ábyrgdarfullir miðlar kunnu varðveita og styrkja sín leiklut í 2023. Hvussu varðveita miðlarnir fólkaræðisliga kjakið? Hvønn leiklut hava miðlarnir, tá ið tað kemur til at varðveita savningarmegina og í at stimbra mentan og tjóðarsamleika í Føroyum? Hvat verður viðmælt altjóða, og hvørji politisk tiltøk verða umrødd? Hvat kunnu føroyskir politikarar gera? Vit fara at hoyra útlendskar og føroyskar miðlaserfrøðingar og politikarar seta miðlagongdina í Føroyum og virksemið hjá tøknirisunum í frásjón. Skrá — 1. september 2023, Norðurlandahúsið, Høllin 08.45 Dyrnar lata upp — 09.10 Vælkomin — Ivan Hentze Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya 09.15 Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, setur ráðstevnuna 09.25 The Space of the World, Nick Couldry, LSE 10.05 Det nødvendige opgør, Mikkel Flyverbom, CBS 10.45 Kaffisteðgur — 11.00 Demokratiske medie- og datainfrastrukturer?, Sofie Flensburg, KU 11.40 Den nordiske tilgang, Jákup Brúsá, Digital Marketing Consultants 12.00 Miðmáli — 12.45 Small Space in a Changing World, Rógvi Olavson, formaður, kringvarpsstýrið 13.10 Big Tech og fólkaræði — pallborðskjak: Finnast føroyskar loysnir? 13.50 Miðlar, Big Tech og fólkaræði — pallborðskjak: Hvørjar journalistiskar avbjóðingar eru? 14.30 Liðugt — Orðstýrari: Tróndur Herason Olsen Fyriskipari: Kringvarp Føroya
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
9:05
-
9:05
Test satð
All day
12:00
-
Perlan
SCIENCE MAGIC: MESSY MAYHEM
SCIENCE MAGIC: MESSY MAYHEM
Tann festligi Donal Vaughan kemur aftur til Tórshavn í septembur Donal fer at vísa tær eina rúgvu av uttandura tricksum. Har verður alt frá spýggjandi einhyrningum til eksplosiónir. Øll tricksini byggja á vísind, soleiðis at tú eisini lærir okkurt. Og tað besta er, at tú lærir øll tricksini, so tú eisini kann gera tey heima. Tiltakið er fyri børn yvir 5 ár.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
21:30
-
22:55
Norðurlandahúsið
Anders Matthesen (DK) - JOKES – fra en hvid, straight mand
Anders Matthesen (DK) - JOKES – fra en hvid, straight mand
Anden kemur við nýggjum uppistandsskemti, bara hann, ein mikrofon og ein rúgva av skemti. Anders Matthesen er á ferð ígjøgnum alt Danmark, og nú Føroyar eisini, við eini spildurnýggjari sýning við uppistandsskemti, sum vit kenna hann allarbest – Anden, ein mikrofon og ein stór rúgva av skemtisøgum. Túrurin hevur fingið heitið: JOKES – Fra en hvid, straight mand’. Sum vit eru von við, tá talan er um Anden, so er upphavsstaðið hjá honum beint úr egnum nalva, við snildum, beiskum og beinraknum viðmerkingum um ymisk viðurskifti sum hann hevur eygleitt uppá sín máta. Evnini, sum verða viðgjørd, eru sera ymisk og væl blandaði ígjøgnum kvøldið, tó er ein felags nevnari fyri alt og tað er ein rúgva av stuttum skemtisøgum, við enn meira stuttum skemtisøgum omaná – og so tann heilt stóri láturin! Lagt er upp til eitt ómetaliga stuttligt kvøld í Høllini í Norðurlandahúsinum, har ein væl upplagdur Anders Matthesen er í toppformi. Tit kunnu veruliga gleða tykkum. Anders Matthesen fær seks av seks stjørnum frá APPETIZE og fimm av seks stjørnum frá KULTUREN.NU, EKSTRA BLADET, NORDJYSKE og HERNING FOLKEBLAD, við viðmerkingum sum: “Matthesen beviste i dén grad, hvorfor han nok er Danmarks bedste komiker” og “Ingen anden gør det sjovere... Danmarks bedste komiker”. Prísir: Vanligur prísur 445 kr. Undanprísur 395 kr. (áðrenn 1. juni) Lesandi og ung undir 18 ár. 220 kr. (avmarka nøgd) Fyriskipari: Hugnaløtur
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
12:00
-
Perlan
SCIENCE MAGIC: CRAZY GADGETS
SCIENCE MAGIC: CRAZY GADGETS
Tann festligi Donal Vaughan kemur aftur til Tórshavn í septembur Donal fer at vísa tær eina rúgvu av uttandura tricksum. Har verður alt frá eplarevolvarum til risa roykkanónir. Øll tricksini byggja á vísind, soleiðis at tú eisini lærir okkurt. Og tað besta er, at tú lærir øll tricksini, so tú eisini kann gera tey heima. Tiltakið er fyri børn yvir 5 ár.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
17:00
Listasavn Føroya
Brak (FO)
Brak (FO)
Brak (kór) Ingmar Berg Mikkelsen (stjórn) Bjarni Berg (klarinett)
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:30
-
18:45
Norðurlandahúsið
Nordic Viola og Aldubáran (SCT/FO)
Nordic Viola og Aldubáran (SCT/FO)
Konsert: Sagas and Seascapes Í eini roynd at fagna tónleikaligu og mentanarligu sambondini millum Skotland og Føroyar fara bólkarnir Nordic Viola og Aldubáran fyri fyrstu ferð at framføra Sagas and Seascapes. Unga føroyska tónaskaldið Eli Tausen á Lava fær íblástur úr søgnini um Kópakonuna, ið er ein søgn Føroyar, Skotland og Ísland hava í felag. Virðislønta írska tónaskaldið, Linda Buckley, hevur skrivað tónleikaverkið “Aud” um Auð Ketilsdóttir úr íslendingasøgunum og ferð hennara úr Írlandi til Íslands, via Orknoyggjar og Føroyar. “Elsewhen” eftir Lillie Harris lýsir tað forvitnisliga og sorgblíða við fornstøðunum í Orknoyggjum, meðan “Carry His Relics” eftir Gemma McGregor lýsir pílagrímsleiðina St Magnus Way í Orknoyggjum. Kári Bæk lýsir havsins andadrátt í verkinum “Wogen”, ið tekur støði í Sinklars vísu. Verkætlanin samantvinnir tónlist, video eftir Craig Sinclair og abstrakta málningalist eftir Orla Stevens.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:00
-
19:00
Norðurlandahúsið
FIMFF: Faroe Islands International Minority Film Festival
FIMFF: Faroe Islands International Minority Film Festival
Hetta er 7. árið á rað, at filmfestivalurin verður. Hesa ferð verður størsti parturin hildin í Norðurlandahúsinum, men eins og undanfarnu ár, so verða eisini nøkur tiltøk í Perluni í Tórsgøtu og Sirkus í Havn. – Vit hava snikkað eina skrá saman við bæði útlendskari og føroyskari umboðan, og orsøkin til tað er, at tað kann vera gott fyri okkum at hoyra, hvat rørir seg úti í heimi og fáa íblástur uttanífrá, sum kann vera við til at víða um okkara sjónarhorn, sigur Nadia. – Evnini í ár verða eitt nú stríðini í Iran og løgfrøðiligt kynsskifti, greiðir Nadia Abrahamsen, stovnari, frá: – “FIMFF leggur seg altíð eftir, at taka viðkomandi og mangan viðkvom evni upp, tí vit meta, at tað er av týdningi at tosa um tað, ið kanska ikki fær so nógv pláss annars.” Tiltakið um løgfrøðiligt kynsskifti, er eitt samstarv við LGBT+ Føroyar. Vit fara at hoyra ymiskar serfrøðingar greiða frá, um hvat løgfrøðiligt kynsskifti er, um kyn, samfelag og lógir. Vit fáa eitt nú vitjan av Mette Ewers Haahr, sum er yvirlækni í Center for Kønsidentitet.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
21:00
Oy
Betri sex, maður
https://www.atgongumerki.fo/2220917/betri-sex-madur
Jacob Kærgaard hevur tey seinastu 10 árini undirvíst fleiri enn 1000 monnum við at meistra sína seksuellu orku. Hann hevur verið frammi í DR2 og ørðum donskum miðlum, og í 2022 útgav hann bókina !Bedre sex, mand!” sum greiðir frá teknikkinum. Tað finnist ein teknikkur ið loysir langt tær flestu seksuellu avbjóðingarnar ið fyrikoma fyri menn - sum til dømis for skjót avgonga, potenstrupuleikar, manglandi neisti við partnaran, porno bundinskapur osv. Hesin sami teknikkur økir eisini títt vanliga orkustøði, gevur tær ágrýtni og íblástur í daglidegnum, og lærur teg munin á útloysing og orgasmu, so tú verður ein multiorgastiskur maður. Til síðst verður tú sjálvandi eisini førur fyri at geva nógv meira og djúpari njótilsi til tín partnara. Hesin teknikkur krevur ongar tablettir, ið tú skalt eta, onga hættisliga operatión, einki mánaðarligt avgjald ella nakað sum helst fyri at varðveita tey góðu úrslitini. Tað sum skal til, er at tú lærur at meistra tína seksuellu orku, og tað er líka sum at súkkla - tá ið tú dugur tað, so dugur tú tað. Tak tín vinmann ella vinkonu undir armin og kom við til hetta forvitnisliga kvøldið.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
22:00
Norðurlandahúsið
Jubileumskonsert við Sønderjyllands Symfoniorkestri
Jubileumskonsert við Sønderjyllands Symfoniorkestri
Tað er ikki á fyrsta sinni, at Sønderjyllands Symfoniorkestur vitjar Norðurlandahúsið; fyrsta vitjan teirra var fyri 40 árum síðani, tann 9. mai 1983 - dagin eftir, at Norðurlandahúsið læt dyrnar upp á fyrsta sinni. Orkestrið hevur somuleiðis hátíðardag í ár, nú tað hevur 60 ár á baki. Gjøgnum hesi árini hevur orkestrið gjørt symfoniskan tónleik til ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá mongum suðurjútum. Framvegis er visiónin, at symfoniskur tónleikur skal vera til øll treytaleyst av fíggjarligari og landafrøðiligari støðu. Dirigentur: Johannes Wildner Skrá: Lacey: Ouverture skrivað til Sønderjyllands Symfoniorkester í sambandi við 60 ár sum landspartaorkestur (Sønderborg og Haderslev) Beethoven: Leonore Ouverture nr. 3, Op. 72 Nielsen: Violinkonsert, Op. 33 Solistur Josef Spacek Dvorák: Symfoni nr. 9, Op. 95, e-mol
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
21:00
Norðurlandahúsið
Dania O. Tausen við bólki
Dania O. Tausen við bólki
Stór útgávukonsert við gestasangarum og kvinnukórinum Cantabile Øll sum hava viðvirkað á plátuni "ja/nei – og restin av vikuni", sum Dania útgevur í summar, verða at hoyra til útgávukonsertina í Norðurlandahúsinum. Vit kenna Daniu frá Skál, SWAY, Reality Bytes og Æðrasoppum. Í 2021 útgav hon sína fyrsta plátu, gonguteigatúnatos, sum Dania O. Tausen. Plátan fekk góða umtalu. Hendan seinna plátan er, eins og fyrra, framleidd í Syðrugøtu hjá systkinabarninum, Benjamini Djurhuus, men hesaferð eisini saman við tónlistamanninum, Ragnari Finsson. Til konsertina ber til at keypa forvitnisligu LP-plátuna við løgum sum: "kann eg hava armin soleiðis her?", "eg burdi keypt mær hús í bergen" og "tú pjøvist ikki at leggja alt tú hugsar á facebook". Plátan er býtt upp í eina JA og eina NEI síðu, og viðger trupulleikan at taka avgerðir og ábyrgd fyri sínum egnu mynstrum. NEI síðan kemur tástani talgilt út í oktobur, so hendan konsertin er fyri tey, sum kundu tonkt sær eina mergjaða konsertuppliving og eina serstaka LP-plátu. Tá NEI síðan kemur út í oktobur, verður tað saman við einum tónleikastuttfilmi, ið verður filmaður í summar. Kanska okkurt brot verður at síggja til konsertina? Í øllum førum kanst tú gleða teg til eina gjøgnumførda og stóra konsert. Viðvirkandi: Dania O. Tausen (sang), Benjamin Djurhuus (gittar, kór), Ragnar Finsson (gittar, kór), Ari Johannesen (gittar, kór), Vár Miðberg (trummur, kór), Elin Maria Hansen (bass, kór), Cantabile (kór).
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
Aulan, Finsen
MORGUNKÓRIÐ + RØYSTERETT FOR ALLE
MORGUNKÓRIÐ + RØYSTERETT FOR ALLE
Nú kanst tú fáa tvær flugur í einum smekki, tí ikki færri enn tvey frálík kór fara at syngja í Auluni í Finsen. Morgunkórið, sum verður leitt av Sigrid Sivertsen. Ein kvinna sum hevur verið slóðbrótandi innan kórmentan í Føroyum. Og frálíka norska kórið “Røystrett for Alle,” sum verður dirigerað av Mariu Malmsten. Tvey einastandandi kór, sum fara at geva tær eina óglómandi uppliving.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
20:30
Norðurlandahúsið
Tá ið kríggið er liðugt
Tá ið kríggið er liðugt
Det Ferösche Compagnie pallsetur leikin saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin Føroyski leikbólkurin samstarvar við ukrainska leikstjóran Serhii Ilin, ið er flýddur úr sín egna heimlandi undan krígnum sum herjar har. Eftir at hava upplivað ræðuleikarnir og skilaloysi í krígnum millum Ukraina og Russland, hevur hann nakað á hjarta. Í stuttum snýr leikurin, sum er skrivaður av hvítarussiska Pavel Pryazhko, seg um, tá ein sovjetskur hermaður og ein týsk kvinna hittast. Tvey fremmand fólk, sum hittast í hermótinum í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga. Haturin, sum tey hvør í sær hava til hin, broytir seg til empati, og tað vísur seg, at tey eru offur í einum groteskum valdsspæli. Hendan verkætlanin er serlig, tí hettar er helst fyrstu ferð at føroysk listafólk arbeiða saman við ukrainskum, russiskum og hvítarussiskum palllistafólki. Eitt av aðalmálunum hjá DFC er at skapa sambond millum tað føroyska listaumhvørvið og listaumhvørvini uttanfyri landoddarnar. Við hesum leikinum ynskja vit at pallseta ein leik, sum skal geva føroyingum eina kensluborna og listaliga uppliving av, hvat kríggj í veruleikanum er. Og við listafólkum frá Ukraina, Russlandi og Hvítarusslandi, ynskja vit at vísa á, at eitt land er ikki bara tann, ið hevur valdið, men veruleikin er nógv meira kompleksur. Toymi Leikstjóri: Serhii Ilin (Urkraina) Leikrit: Pavel Pryazhko (Hvítarussland) Tónleikur: Yekaterina Pronoza (Russland) Týðing: Trygvi Danielsen og Olga Markelova Framleiðsla: Durita Sumberg og Búi Dam Leikarar: Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard Samstarvspartnar: Norðurlandahúsið, Reyði Krossur Føroyar, Røde Kors Danmark Mynd: Franklin Henriksen

21:20
Norðurlandahúsið
Heystkonsertin 2023
Heystkonsertin 2023
Til heystkonsertina framførir útseting av Norsku Løvu hjá William Heinesen. Tað er Bjarni Restorff, sum í 2007-2008 hevur útsett Norsku Løvu fyri stórt orkestur. Niklas Kallsoy Mouritsen verður solistur og hann framførir hornkonsert nr. 3 hjá Mozart. Norska Løva – William Heinesen (1900-1991)
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
17:00
Norðurlandahúsið
Tá ið kríggið er liðugt
Tá ið kríggið er liðugt
Det Ferösche Compagnie pallsetur leikin saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin Føroyski leikbólkurin samstarvar við ukrainska leikstjóran Serhii Ilin, ið er flýddur úr sín egna heimlandi undan krígnum sum herjar har. Eftir at hava upplivað ræðuleikarnir og skilaloysi í krígnum millum Ukraina og Russland, hevur hann nakað á hjarta. Í stuttum snýr leikurin, sum er skrivaður av hvítarussiska Pavel Pryazhko, seg um, tá ein sovjetskur hermaður og ein týsk kvinna hittast. Tvey fremmand fólk, sum hittast í hermótinum í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga. Haturin, sum tey hvør í sær hava til hin, broytir seg til empati, og tað vísur seg, at tey eru offur í einum groteskum valdsspæli. Hendan verkætlanin er serlig, tí hettar er helst fyrstu ferð at føroysk listafólk arbeiða saman við ukrainskum, russiskum og hvítarussiskum palllistafólki. Eitt av aðalmálunum hjá DFC er at skapa sambond millum tað føroyska listaumhvørvið og listaumhvørvini uttanfyri landoddarnar. Við hesum leikinum ynskja vit at pallseta ein leik, sum skal geva føroyingum eina kensluborna og listaliga uppliving av, hvat kríggj í veruleikanum er. Og við listafólkum frá Ukraina, Russlandi og Hvítarusslandi, ynskja vit at vísa á, at eitt land er ikki bara tann, ið hevur valdið, men veruleikin er nógv meira kompleksur. Toymi Leikstjóri: Serhii Ilin (Urkraina) Leikrit: Pavel Pryazhko (Hvítarussland) Tónleikur: Yekaterina Pronoza (Russland) Týðing: Trygvi Danielsen og Olga Markelova Framleiðsla: Durita Sumberg og Búi Dam Leikarar: Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard Samstarvspartnar: Norðurlandahúsið, Reyði Krossur Føroyar, Røde Kors Danmark Mynd: Franklin Henriksen
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
8:20
-
15:45
Norðurlandahúsið
Tað hvørvur ikki av sær sjálvum
Tað hvørvur ikki av sær sjálvum
Ráðstevna um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Kynsligur ágangur móti børnum - hvussu kunnu vit aftur skapa trivna í gerandisdegnum? Barnaár við kynsligum ágangi kunnu leggja fót fyri ein gjøgnum alt lívið - hvussu vendir ein við til eitt lív ein ynskir at liva? Kynsligur ágangur og menningartarn - hvat kunnu vit gera fyri at minka um ágangin mót teim veikastu í okkara samfelag? Avleiðingar av seinárinum av kynsligum ágangi - hvussu kunnu vit sum samfelag hjálpa teim vaksnu, sum í barnaárunum hava verið fyri kynsligum ágangi Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Tað gera vit við at bera fram og kjakast um vitan og gransking um ágang og ikki minst, hvussu vit basa hesum trupulleika. Ráðstevnan vendir sær til sálarfrøðingar, læknar, heilsufrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar, námsfrøðingar, lærarar, ymisk feløg t.d. ítróttar- og skótafeløg, samkomur, kirkjur, eins og foreldur og aðrar umsorganarpersónar. Fyriskipari: KRIS
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
20:15
Norðurlandahúsið
JÖRÐ
JÖRÐ
JÖRÐ er ein framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist. JÖRÐ endurhugsar menniskjans samband við náttúruna og okkara pláss í heiminum. JÖRÐ spinnur tematiskar træðrir úr náttúruni, norðurlendskum sagnum og kvinnuligum áskoðanum saman til sína egnu modernaðu mýtu. Verkið er ein heildarrúmsuppliving, sum ígjøgnum umfarsljóð, fleiri løg av uppvørpum og við trimum dansarum skal seta poppmentan og strippara-hælir upp í móti hvøssum gróti og brúsandi brimi. Verkætlanin er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð (FO), Vár Bech Árting (FO), Lisen Pousette (SE), Tiia Kasurinen (FI) og Lil Lacy (DK/US). Endamálið við samstarvinum er at skapa list tvørturum landamørk og listagreinar. Verkið varð sýnt í Keypmannahavn í novembur 2022 sum eitt films- og ljóðinstallatiónsverk. Nú verður installatiónin endurskapað til eina framførslu við frumframsýning í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

Høllin á Hálsi
Heystfest
Heystfest
Konsert í høllini á Hálsi við fleiri av Føroya fremstu bólkum, og solistum saman við húsaorkestri. Ein fest har møguleiki er at syngja við og dansa alt kvøldið. Fyrsti bólkur sum er kunngjørdur er RSP, fleiri verða kunngjørdir komandi tíðina. Start prísur er 300,- og er galdandi allan august.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
Hotel Føroyar
Countrykvøld á Hotel Føroyum
Countrykvøld á Hotel Føroyum
Gerið tykkum klár at pussa kovboystilvarnar og durka dustið burtur av koboyhattinum, tí leygardagin 14. oktobur verður veistluhøllin á Hotel Føroyar karmur um eitt rimmar countrytiltak! Borðhald, tónleikaframførslur við Magna Christiansen og Halli Joensen, line dance og at enda dansur við Halli Joensen við bólki eftir borðhaldi.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
20:30
Norðurlandahúsið
THE SOUL CATCHER - avdúking av nútíðar rándýrinum
THE SOUL CATCHER - avdúking av nútíðar rándýrinum
Hvussu kanst tú koma tær úr klónum á einum narsissisti? Leikurin The Soul Catcher snýr seg um NPD - Narcissistic Personality Disorder, sum er eitt persónsórógv, samansett av vantandi innliving í kenslurnar hjá øðrum, oyðileggjandi sjálvsøkni, svikafullum ráðagerðum, jagstran eftir váttan og rósi og tránýtslu av øðrum menniskjum, sum kann hava vanlukkuligar fylgjur fyri tey, ið standa narsissistinum nær. Kemur tú í eitt samband við ein narsissist, kunnu fylgjurnar av hesum gerast álvarsamar. Aloftast tykist sambandið nærum dreymakent í byrjanini, men so broytist hetta so líðandi til at gerast til eina marru, har tú er blivin vavd inn í eitt kalt og manipulerandi spæl við love bombing, gaslighting og pity play. Tú umbroytist til ein boksibólt av kenslum og verður misnýtt av narsissistinum, sum tránýtir teg til at metta hansara ótømandi sjálvgleði. Hvat skal so til fyri at broyta hetta og koma tær úr klónum hjá narsissistinum? Tað er sera umráðandi at síggja og fata, hvat tað er, sum hendir í harðskapsraktum sambondum - at duga at síggja valdsspælið, sum fer fram. The Soul Catcher er ein ávaringarlúrur, ein verjuætlan og ein amboðskassi við amboðum, sum hjálpa tær at síggja og avdúka valdsstríðið. Við rámandi blanding av leiki, dansi, talu og nýskrivaðum elektroniskum tónleiki eggjar leikurin okkum at tosa um hetta evnið og at kjakast um vald, empati og persónliga ábyrgd. Gleð teg til ein hugtakandi og órógvandi leik um sálarligan harðskap, manipulatión og vald, og til at fáa eitt betri innlit í evnið!
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
21:10
Norðurlandahúsið
Einangran (FO) - Útgávukonsert - Vendir vindar
Einangran (FO) - Útgávukonsert - Vendir vindar
Einangran hevur júst givið út nýggju plátu teirra, ið kallast Vendir vindar. Í hesum gleðiliga sambandi, fer Einangran á pall í Norðlandahúsinum við bólki. Einangran eru Heiðrikur á Heygum og Lea Kampmann, ið eru sangarar og sangskrivarar, ið byrjaðu bólkin, tá tey sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn, tá koronufarsóttin herjaði og legði landið lamið frá mars 2020. Síðani hava tey saman smíðað nýggj føroysk løg og úrslitið gjørdist ein vøkur, akustisk LP, ið rúmar 12 sangir við tíðarleysum tónsetingum, ið stílfult blanda akustiskar og elektroniskum eindum. Plátan innheldur t.d, Hoyr mína rødd, Grátt og landapláguna, Kanska, ið vann heiðurin, besta føroyska lag í 2020 á FMA. Við sær á pall hava tey dugnaligu tónleikararnar, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Magnus Johannesen og Per Ingvard Petersen.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
Tjóðpallur Føroya, Tórshavn
ONKI fer aftur á pall
ONKI fer aftur á pall
ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING.

BÓKADAGAR 2023
BÓKADAGAR 2023
BÓKADAGAR 2023 Í samstarvi við útgávufeløg, felagsskapir og rithøvundar bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey, ið kanska hava ein serligan tokka til bókmentir í Føroyum, fáa høvi at savnast.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
Hotel Føroyar
Felags Jólaborð
Felags Jólaborð
Trý rimmar kvøld við forkunnugum mati, sangi frá Fríða Sigmundssoni, skemti við 4Fýrum og festligum tónleiki frá Jens Marna. Elisa Vang verður borðstjóri og Pætur á Borg spælir undir til borðhaldið. Galaksi spælir til dans eftir borðhaldið.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
17:00
Norðurlandahúsið
Jóla- og familjukonsertin 2023
Jóla- og familjukonsertin 2023
Føroya Symfoniorkestur saman við barna- og ungdómskórinum Stella. Solistur: Mikkjal Davidsen Árligu jóla- og familjukonsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 2. og 3. desember. Tríggjar konsertir eru á skrá, ein leygardag og tvær sunnudag. Konsertirnar eru eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her fáa evnaríkir musikkskúlanæmingar høvi at royna seg í einum stórum orkestri á hægsta stigi.

15:00

Lívdin, Tórshavn
Countryjól við Magna
Countryjól við Magna Christiansen
Nú ber til at ogna sær atgongumerki til eina country jólakonsert við Magna Christiansen saman við bólki. Ein góður kaffimunnur við onkrum jólaligum afturvið verður at fáa eftir konsertina.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
18:00
-
Panorama
FAGNA NÝGGJA ÁRINUM 2024 Á PANORAMA
FAGNA NÝGGJA ÁRINUM 2024 Á PANORAMA
Kom við til eitt ógloymandi kvøld á Panorama við útsýni yvir allan býin. Panorama bjóða eitt serstakt kvøld við góðum mati og drekkivørum. Eisini er møguleikið fyri at gista á hotellinum. Kvøldið byrjar klokkan 18.00.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
18:30
-
Hotel Føroyar
Feira nýggjárið í matstovuni Ruts
Feira nýggjárið í matstovuni Ruts
Við í pakkanum er: Champagne og forrættur, 5-rættars menu við vínið frá Ruts, kaffe/te & avec, champagne og petit four á takinum á miðnátt
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
21:30
Norðurlandahúsið
Nýggjárskonsertin 2024
Nýggjárskonsertin 2024
Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða tykkum til eitt satt tónleikaligt gildi við tveimum nýggjárskonsertum. Tónleikaskráin er undirhaldandi, álvarsom og nemur við alt kensluraðið við miklum verkum frá stórum komponistum. Nýggjárskonsertirnar bera, sum altíð, brá av veitslustemningi og hátíð.

23:20
Norðurlandahúsið
ABBA
ABBA
Til allar dansidrotningar, droymarar, vinnarar (og taparar) - finnið tykkara Money, Money, Money fram og takið ein kjans uppá hesa konsertina. Í 2024 eru 50 ár liðin, síðani ABBA vunnu Eurovision við lagnum “Waterloo”, sum síðani er kosið at vera besta lag í kappingini yvirhøvur. Sama ár góvu tey plátu út við sama heiti og fingu sítt altjóða gjøgnumbrot. Hetta fara vit at hátíðarhalda við stórfingnari konsert, har nakrir av okkara fremstu tónleikarum fara at forkela okkum við kendum løgum so sum Super Trouper, Knowing Me, Knowing You, The Winner Takes It All og fleiri afturat. So nú er at fara upp á ovastaloft og finna floyalsbuksurnar og plateuskógvarnar fram, og so hittast vit undir diskokúlunum. Mamma Mia! tað verður gott. Sangur: Edith Dahl Jakobsen og Ann Chanett Danielsen; gittari: Allan Tausen og Fríði Nordenskjold Bjørgvin; klaver: Bjarni Lisberg og Kristian Pauli Ellefsen; bassur: Kristoffer Mørkøre; trummur: Jan Rúni Poulsen. Konsertin er umleið 2 tímar og 20 minuttir íroknað steðg. Konsertin er ein standikonsert. Um onkur ikki klárar at standa og hevur tørv á at sita undir konsertini, vinarliga sig okkum frá í góðari tíð, so royna vit at reservera eitt pláss til viðkomandi.

Døgurði, konsert & Dansur við Hans Jacob Hjelm
Døgurði, konsert & Dansur við Hans Jacob Hjelm
27 Januar verður døgurðakonsert og dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum á Hotel Føroyum
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
17:00
-
Lívdin, Tórshavn
Røddir 2024
Røddir 2024 konsert
Hetta leygarkvøldið verður enn eitt brak av eini konsert í Lívdini. Tey borðreiða við útvaldari skrá av modernaðum andaligum tónleiki. Samanumtikið fáa tit eina spennandi og øðrvísi uppliving við rútmiskum tónleiki, fantastiskum solosangarum og einum topptrimmaðum bólki.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
20:00
-
Lívdin, Tórshavn
Konsert við Onnu D. Háberg, Ola Hedén, Malin og Jan
Konsert við Onnu D. Háberg, Ola Hedén, Malin og Jan
Hetta kvøldið verður ein spennandi konsert við fýra nøvnum í Lívdini: Malin Zachariassen, sum er ein dugnalig songkvina; Jan Zachariassen, sum er giftur við Malin; Ola Hedén, sum er ein klaverleikari, sangari og produsentur, búsitandi í Malmø; og Anna D. Háberg, ein av okkara kendastu songkvinnum innan fyri andaligan tónleik.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:30
-
21:40
Norðurlandahúsið
Várkonsertin 2024
Várkonsertin 2024
Í sambandi við várkonsertina vitja altjóða viðurkendur cellospælari og ein gestadirigentur Føroya Symfoniorkestur. Konsertin er samstundis ein heiðran av eysturríkska tónaskaldinum, Anton Bruckner, sum hevði fylt 200 ár í ár. Tað er somuleiðis fyrstu ferð, at symfoniorkestrið spælir eina Bruckner symfoni. Viðurkendi cellospælarin, Andreas Brantelid, framførir cellokonsertina hjá tónaskaldinum Antonín Dvořák. Catherine Larsen Mcguire, ið eisini stjórnaði orkestrinum í 2022, vitjar aftur og stendur á odda fyri orkestrinum.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
16:00
-
17:00
Norðurlandahúsið
Barnakonsertin 2024
Barnakonsertin 2024
4.000 børn úr øllum Føroyum fara at uppliva Føroya størsta orkestur spæla barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin, Jákup Dahl Wardum, fer saman við Føroya Symfoniorkestri at fortelja tykkum søguna um tubaina Tubbinu. Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubain er troytt av allatíðina at spæla teir somu tveir tónarnar og ongantíð sleppa at spæla ein ordiligan melodi. Tubbina fer síðan á ævintýraferð, tí hon vil royna at spæla ein ordiligan melodi fyri fyrstu ferð. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt. Ein almenn konsert verður spæld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum. Haraftrat verða níggju konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum. Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjari føroyskar sangir fyri symfoniorkestur og á skránni verða eisini onnur løg, sum tit ivaleyst hava hoyrt áður og kenna væl. Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu. Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Meira kunning
Keyp atgongumerki
All day
19:00
-
21:00
Norðurlandahúsið
Her er de 2 andre
Her er de 2 andre
Hvat var tað, sum hendi, tá ið 3 næmingar á sjónleikaraskúlanum í Århus gjørdust ein landaplága, eftir at teir vóru partur av eini sjónvarpssending í 1980? Hetta kann nú upplivast í sýningini "Her er de 2 andre", ið er ein skemti- og tónleikasýning um Linie 3. Sýningin, "Her er de 2 andre", er ein erlig sjálvsmynd og afturlítan á stóru viðgongdina, ið Linie 3 hevur havt tey seinastu 40 árini. Áskoðararnir koma at enduruppliva fleiri av hæddarpunktunum gjøgnum árini og at uppliva nýskrivaðar tvírøður. Sýningin er eisini ein erlig og eym frásøgn um alt, ið hendi handan leiktjøldini. Undran, ørkymlan, kreppa, gleði og tár. Anders og Thomas halda ein reyðan tráð alt kvøldið og leiða áskoðararnar gjøgnum eina tónleikaliga og skemtiliga ferð yvir 4 áratíggju.

Stóra ólavsøkuborðið
Stóra ólavsøkuborðið
Seinasta freist at bíleggja borð til ólavsøkuborðið er 27. Juli á midnátt.
Meira kunning
Keyp atgongumerki
No results found.
There are no results with this criteria. Try changing your search.